Umhvørvi, trivnaðar og ein kommuna fyri øll eru hjartamál hjá Javnaðarflokkinum – og tí eru hetta økir, sum Javnaðarflokkurin serliga fer at arbeiða víðari við í Tórshavnar kommunu komandi árini. Meðan Javnaðarflokkurin hevur havt leiðsluna í Tórshavnar kommunu seinastu fýra árini, er ein sera stór menning farin fram í allari kommununi. Við Javnaðarflokkinum á odda fara vit at halda kósina og tryggja at kommunan støðugt verður ment og at hetta verður gjørt fíggarliga ráðiligt.
Á listanum hjá Javnaðarflokkinum til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu er javnstøða – 6 kvinnur og 8 menn. Á listanum eru bæði dugnaligir politikarar við drúgvum royndum og nýggj, ung spennandi valevnir. Felags fyri valevnini er, at tey eru sera virkin og eldhugað.
Í sambandi við kommunuvalið fara valevnini hjá Javnaðarflokkinuma at skipa fyri eini røð av ymsum tiltøkum. Meira verður at frætta um hetta seinni.
Valevnini eru:
Bjarni Dahl Elin Lindenskov Halla Samuelsen Hans Martin Hansen Heðin Mortensen Hervør Hansen Hilmar Augustinussen Ingrid S. Henriksen Irdi Danielsen Jákup Danielsen Levi Mørk Maria Hammer Olsen Rúni Djurhuus Sjúrður Johannesen |