Send mær ein t-post
  
04.11.2008
Tinghúsið á hjalla er ein sukse

Tá vit tóku við býráðsleiðsluni, settu vit okkum sum mál at skipa ein endurnýtsluhandil. Ein handil har borgarin kundi lata brúktar lutir til endurnýtslu, heldur enn brenna teir. Vit settu okkum somuleiðis fyri, at skipa fleiri vard størv í kommununi.
Vit settu okkum í samband við Alv, fyri at kanna, hvussu vit á besta hátt kundu skipa ein endurnýtsluhandil við vardum størvum. Ùrslitið er “Tinghúsið á hjalla” sum læt upp í umhvørvisvikuni 2008. Tinghúsið á hjalla verður rikið av Alv, sum eisini fær ágóðan av inntøkunum. Brennistøðin letur hølir og pláss til endurnýtslubingjuna. Eg gleðis um, at hetta átakið hevur fingið sera góða undirtøku. Eg vil framvegis virka fyri øktari endurnýtslu býnum og umhvørvinum at frama.


5 tey fyrru
04.11.2008
Tinghúsið á hjalla er ein sukse
25.10.2008
Listin skal brúkast í politiska arbeiðnum.
23.10.2008
Bussleiðin skal røkjast og mennast
21.10.2008
Tórshavnar kommuna skal gerast burðardygg
15.10.2008
Valevnini á lista C í Tórshavnar kommunu
5 tey næstu
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir