Send mær ein t-post
  
09.11.2008
Brennistøðin lýkur nútíðar umhvørviskrøv

Tá vit tóku við leiðsluni í Tórshavnar kommunu, settu við okkum fyri, at Brennistøðin skuldit lúka framkomin umhvørviskrøv. Vit fóru beinanvegin undir at dagføra Brennistøðina. Støðin er albøtt, filtur er sett á skorsteinin, og ovnurin er høvuðsumvældur. Nú umstøðurnar á brennistøðini eru munandi bøttar, verður mett at livitíðina hjá støðini er økt við einum 10 árum. Um vit minka um burturkastið og endurnýta meira, heldur hon vónandi enn longri.
Ein høll er bygd á endurnýtsluplássinum, soleiðis at vandamikið burturkast verður handfarið betri á staðnum. Vit keyptu grannabygningin, sum var bilverkstaður, til m.a. at umhvørvisviðgera bilvrak, áðrenn tey fara í jarnpressuna.
Veri eg afturvald, vil eg framhaldandi virka fyri, at umstøðurnar á brennistøðini framvegis verða dagførdar, soleiðis at vit fylgja teimum krøvum sum verða setta eini slíkari støð.


11.05.2009
Ester vann teknikappingina
04.05.2009
Umhvørvisvikan 2009 bleiv sett fyrrapartin í svimjihøllini
10.11.2008
Veljið umhvørvi og trivnað
09.11.2008
Brennistøðin lýkur nútíðar umhvørviskrøv
08.11.2008
Íbúðarviðurskiftini hjá støkum í Føroyum mugu betrast munandi
5 tey næstu
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir