Góðan morgun og vælkomin øll somul!
Temaði í umhvørvisvikuni 2009 er ORKA.
Her í svimjihøllini verður nógv orka brúkt, hvønn einasta dag. Her koma hópin av fólk, at brúka og stimbra sína kropslig orku.
Í ár bjóða vit ókeypis svimjing í umhvørvisvikuni. Vónandi eggjar tað fólki at svimja, ella at njóta tilboðini sum eru í høllini. 2009 er lýst Rørsluár – tey sum enn ikki eru komin í gongd, hava nú møguleikan at byrja í svimjihøllini.
Ætlanin í umhvørvisvikuni er, at minka um orkubrúkið sum heild. Og at gera okkum tilvitað um orku.
Kommunan hevur sett eina orkukanning í verk, sum umfatar allar almennar bygningum í kommununi. Endamálið við kanningini er, at lýsa orkubrúkið og ikki minst, at gera eina orkuætlan. Ætlanin skal lýsa hvussu vit minkað um dálkandi orkubrúkið í kommununi.
Kanningin vísir, at tað ber væl til, at minka um orkubrúkið í flest øllum bygningum. Fyrst og fremst við at broyta atburð og gerast meira tilvitað um orkubrúkið. Kanningin metir, at kommunan kann spara umleið 3. milliónir árliga, um hvør einstakur okkara, gerst meira tilvitað og broyta atburð.´
Svimjihøllin er millum teir kommunalu bygningar, sum brúka mest orku. Í løtuni brúkar høllin olju. Visjónin er, at Svimjihøllin skal fáa grøna orku frá fjarhitafelagnum.
Komandi dagarnar eru fleiri tiltøk á skránni. Í miðbýnum ber til at fara á umhvørvisveiðu, eitt tiltak sum serliga er ætla børnum. Somuleiðis er teknikapping á býarbókasavninum. Reinsaríið er hesa vikuna gjørt um til eitt Orkuhús. Listaframsýning er í Snarskivuni.
Í annaðkvøld er temakvøld um orku. Tá avdúka vit eisini hvør fær Umhvørvisstuðulin, unhvørvisviðirslønina og vinnaran av Stuttfilmakappingini 2009.
Hósdagina fara skúlar, handlar og fyritøkur at rudda. Tveir gongutúrar verða fyriskipaðir fríggjadagin. Leygardagin fara vit at planta eitt træ fyrrapartin og seinrapartin verður mótasýning og tað seinasta á skránni er stóra grøna konsertin.
Við hesum orðum lýsi eg Umhvørvisvikuna 2009 at verða setta. |