Góðu Kollfirðingar og stevnugestir!
2009 er lýst rørsluár í Føroyum – nú skal fólkheilsan setast í fokus, vit skulu læra okkum at liva sunnari.
Sundalagsstevnan livur fullvæl upp til krøvini, um at vit skulu røra okkum meira, her er hópin at tilboðum, til okkum øll, her er hondbóltsdystir, renning, súklig, sparka til máls, hoppa á boyum, hoppiborg, skreiðiborg, gongutúrur, klatriveggur og dansur. Og so ikki at forgloyma kappróðurin í morgin. Her eru ríkiligur møguleikar hjá okkum øllum, at røra okkum. Rørslur og ítróttur er natúrligur táttur á eini føroyskari summarstevnu, har okkara tjóðarítrátt kappróðurin, er í miðdeplinum.
Tá eg í vikuni læs um Vestmannakonurnar, sum hvønn dag leypa á bláman og svimja á sjónum, fór eg at hugsa um havnabað ella fjørubað. Fór at droyma um, tá ið allar vágir, strendur og fjørður, í okkara kommunu, eru so reinar, at vit kunna svimja í teimum. Tá kundi kappsvimjing á sjónum verið ein táttur á summarstevnunum.
Dreymurin kann gerast veruleiki um nøkur ár. Tí kommunan hevur sett sær sum mál, at vit skulu ganga á odda í umhvørvismálum. At áirnar skulu reinsast og ruddast eins og strendur, fjøra og vágir.
Kommunan arbeiði við at leiða kloakkirnar burtur frá ánni – har hon rennur út í ánna. Hetta er stórarbeiðið, tí kloakkskipanin í kommununi er gomul. Fyrr var vanligt at leiða kloakkir út í nærmastu á ella beint út á fjørðin. Í dag vita vit betur, vit seta onnur krøv. Tí er kommunan farin undir at skipa allar kloakkir av nýggjum. Ein ætlan er løgd, sum røkkur til 2010. Tá málið er, at allar kloakkir í kommununi skulu verða lagdar um og reinsaðar.
Við at leiða kloakkirnar burtur frá áunum - fáa vit lív aftur í ánna. Tá koma sílini aftur, til stóra gleði fyri okkum øll. Tá gerst fjøran, strendur og vágir eisini reinari.
Vit skulu seta okkum stór mál - mál vit í felag skulu røkka. Vit, sum búleikast í heimsins minstu høvuðsstaðar kommunu, hava eins stóra ábyrgd og øll onnur at verja umhvørvið. Fyrst og fremst okkara egna umhvørvi. Byrja vit heima - røkka vit út um alla heimin.
Eg fari at loyva mær at koma við nøkrum áheitanum á okkum øll. Vit mugu øll verða við, um okkara kommuna skal gerast heimsins reinasta kommuna.
Ansið eftir, at glasfløskur ikki liggja og reka úti í náttúruni - tær eru til stóran ampa fyri okkum øll. Havi hoyrt um seyð, hundar og onnur, sum eru illa skornir av brotnum fløskum, sum liggja og sløðast úti.
Stevnuskráin er fjølbroytt, her er nógv at fara til hjá øllum.
Nógvar ymiskar framsýningar, her er djóraframsýning, framsýning av rasuhundum, politihundavenjing, keramikki, undirsjóðarmyndir og málingar av lokalum listafólkum. Fornminnissavnið “Húsini hjá Peturi” er somuleiðis opið á stevnuni.
Her eru kappingar av ymiskum slag, her eru kapping í Hundafimi og í sigling við seglum.
Her er kondibingo, stevnubingo, livandi tónleikur, ung syngja og spæla, sangløtur, stilla løta, møtir og gudstænasta. Mittnáttarsamkoma við báli, røðu og felagssangi. og stevnuteiti. Her er nakað fyri øll.
Matskráðin er eisini fljøllbroytt her fæst alt frá kaffi og køkum til pylsur ella stevnubúff, og tú kanst velja at eta úti ella leita tær inn á café.
Við hesum orðu lýsi eg Sundalagsstevnuna 2009 at verða setta.
Gott summar øll somul
|