|
|
|
Sápuframleiðsla Fylgir tú uppskriftunum neyvt, forsápast fitievni. Eingin lútur er eftir í sápuni, tá ið hon er liðugt búnað, bert eitt lítið sindur av feitti (yvirfiti evni). Í forsápingini skilir glyserol seg frá feittinum. Glyserol varðveitir vætuna í húðini og ger hana bleyta. Lúturin kann gerast av einhvørjum basiskum evni, ið kann forsápa feitt, t.d. træøska, ammoniak, gerað land, salmiakspiritus eins og natriumhydroxid (kaustisk soda). Natriumhydroxid er lættast at máta nágreiniliga, og er eisini brúkt í uppskriftunum niðanfyri. Av tí at lúturin er etsandi, skalt tú vera sera varin, ver í gummihandskum og verjubrillum. Um tú skuldi fingið lút á húðina, skola so beinanvegin undir rennandi køldum vatni. Sápa, sum ikki er liðugt búnað, má heldur ikki nerta við aluminium og tin. Um tú ætlar at brúka aluminiums formar, pakka teir so inn í plastikk, áðrenn tú stoytir í teir.
Tálgasápa/plantufiti Lútur 92 gr. kaustiskari sodu 230 ml. vatn
Fitievni 400 gr. seyðatálg 200 gr. kokusolju 50 gr. olivenolja (yvirfiti)
Annað. Anga, lit, ikki neyðugt
Aloe vera sápa Lútur 45 gr. kaustisk soda 95 gr. vatn
Fitievni 250 gr. kokusolja
Annað. 25 ml. aloe vera juice. Tú kanst kroysta saftina úr bløðunum á plantuni
Amboð At blanda lútin í: ílat, kannu, skeið, ansa væl eftir, lúturin er etsandi, amboð úr plastikk, glas ella rustfríum stáli. Smelta í grýtu á 2 l. (ikki aluminium) Røra sápuna við elektriskum pískara ella pískirísi Vekt, deiggjskavara, formar til sápuna, lakmuspinnar (at máta pH virðið við)
Arbeiðsgongd
Reinsa tálgina Sker 300 - 400 gr. av tálg sundur í smáar bitar og smelta hana í einari grýtu, saman við 2 dl. av vatni. Síla tað smeltaðu tálgina gjøgnum eitt klæði t.d. eitt viskustykki. Lat tálgina stadna nakað í einum ílati, stoyt vatnið frá og sker tað niðasta av feittinum burtur. Nú er tálgin klár at brúka, tú kanst goyma hana í køliskápinum ella frysta hana, um tú ikki skalt brúka hana beinanvegin.
Sápuframleiðsla Set alt fram sum tú skalt brúka. Blanda lútin, koyr vatnið í eitt glas/ílat, stoyt kaustisku soduna í, rør væl ímeðan. Ver í gummihandskum og verjubrillum, lúturin er etsandi. Smelta feittið í miðal hita. Beinanvegin feittið er smeltað, skalt tú taka grýtuna av plátuni. Stoyt lútin varliga í feittið, meðan tú rørir við einum pískirísi í sápugreytinum. Rør frá síðu til síðu, ikki upp og niður, hetta fyri at luft ikki skal koma í og fyri at røra betur. Í byrjanini er sápan flótandi; so við og við sum tú rørir, gerst sápan tjúkkari og myrkari. Rør til konsistensurin á sápuni kennist sum krem, umleið ein tíma. Um tú ynskir anga ella lit, kanst tú stoyta nakrar dropar í, áðrenn tú fyllir sápuna í formar.
Litevni Tú kanst stoyta nakrar dropar av fruktlitevni í, ímeðan tú rørir í sápuni, ella brúka kryddarí t.d. paprika, kanel, pipar o.s.fr., brúkar tú kryddarí skalt tú ansa eftir at røra væl, so liturin gerst javnur. Tú kanst eisini brúka kaffigrugg, sápa við kaffigruggi í er vælegnað til at taka burtur lukt og til sera skitnar hendur. Legg lok á formarnar, t.d. eitt papp, og síðani pakkar tú formarnar inn í eitt tjúkt handklæði ella avíspappír. Lat sápuna standa fjálgt eitt til tvey samdøgur. Nú kanst tú seta sápuna í frystiboksina 1 tíma (ella køliskápi 2 tímar), nú er lættari at fáa sápuna úr formunum. (ikki altíð neyðugt)
Búning av sápuni Nú skal sápan búnast, t.v.s. hon skal liggja frítt og turt, ikki innpakkað, ansa eftir at óviðkomandi ella børn ikki nerta við sápuna, tí hon er ov sterk. Búningin tekur millum 2 - 6 vikur. Beint sum lúturin er stoyttur í sápuna er pH-virðið omanfyri 12. Tá ið tú stoytir í formarnar er pH-virðið umleið 8 - 10. Undir búningini fellur pH-virðið enn meira. Tá ið pH-virðið er 9,5 kallast hon neutral, ein góð mild hondsápa skal helst hava eitt pH-virði sum er enn lægri. Máta pH-virðið aftur, tá ið sápan hevur staðið tvær vikur. Væta sápuna og gníggja lakmuspappírið á.
pH 7,5 - 8 sera góð mild barnasápa pH 8 - 8,5 vanlig hondsápa, tað ger einki um tú letur pH virðið fella longri niður pH 10 og uppeftir ov sterk til vanligt brúk, lat sápuna búna longri, ella brúka hana til gólvvask ella sera ov sterk til skitnar arbeiðshendur
Góðan arbeiðshug Elin
|
|