Send mær ein t-post
  

Eg eri í ferð við at leggja nakað av mínum tilfarið, sum eg brúki í undirvísingini á Háskúlanum, út á neti, soleiðis at eisini onnur kunna brúka av tí. Enn er bert ein lítil partur av tilfarinum klárt. So hvørt sum eg eri liðug ella rættingar verða, fari eg at leggja meira út. Eisini ætli eg mær at leggja myndir út. Um tú hevur áhuga í at brúka tilfari, so er tú vælkomin at brúka tað, við at vísa til kelduna.

Litsirkulin úr litlæruni hjá Johannes Itten

Eg havi lánt sirkulin frá Idu Mariu, sum hevur gjørt hann. Hennara heimasíða er sera áhugaverd, um tú hevur áhuga í litlæru.  http://www.idamarie.dk/idamarie/Farvelaere/kompendium.htm 

Plantuliting
Um tú ætlar tær at lita, er tað umráðandi at vita at tað eru tríggir grundlitir. Út frá grundlitunum kanst tú blanda allar litir. Grundlitirnir eru reytt, blátt og gult.
Blandar tú allar tríggja grundlitirnir fært tú grábrúnar litir. Um tú blandar somu nøgd av øllum trimum grundlitunum fært tú svart. Umráðandi er at teir grundlitirnir tú brúkar eru reinir. Tað er trupult at skaffa heilt reinar litir, serliga um tú brúkar bíligar litir, royn teg fram.
Amboðini tú skalt brúka eru
Gulan lit: úr flest øllum plantum.
Grønan lit: lita fyrst gult og síðani eftirviðgerð við kemiskum evnum ella lita aftur í indigo.
Reyðan lit: úr Kraprót og Cochenillu. Krap gevur reyðgulan og cocenilla reyðbláan lit.
Bláan lit: úr Indigo.
  Flest allar grønar plantur geva gulan lit, og í flestu førum verður beisa í alúni, áðrenn litað verður. Tú skalt rokna við fýra ferðum so nógvari vekt av plantum sum tógvi, og gevur tað sterkan lit.


At gera klárt at fara undir liting
Tað fyrsta tú skalt gera klárt, er tógvi. Tógvi skal vera í hespum. Tú mást ansa eftir, at hespurnar eru leysar, annars gert tógvi ójavnt.
Loys báðar endarnar á tógnum, og krossa teir leyst um hespuna. Bind knút á. Ansa væl eftir, at endarnir eru krossaðir um hespuna, annars fer hespan sundur. Síðani bindur tú tríggjar endar leyst um hespuna. Nú fløkist hespan ikki, og er løtt at sláa út aftur.
Set øll amboðini tú skalt brúka fram, áðrenn tú fert undir litingina. Verð hjá grýtuni, tí løgurin skal ongantíð kóka, tá tøvist tógvi.
Amboðini tú skalt brúka eru:
Tógv og endar at binda við
Vekt at viga tógvi á
Seðlar at hanga á hespurnar, so tú veit hvat hespan er viðgjørd við
Penn sum tolir vatn
Sápuspønir ella grønsápu
Stóra grýtu, gomul gass vaskigrýta er sera væl egnað
Termometur - skal kunna klára upp til 100°C
Litingarpulvur (um tú litar við kemiskar liting)
Plantur
Alún ella annað at beisa við
Edik
Olivenolju
3. dub. salmiakspiritus
Íløt í fleiri støddum
Teskeið ella vekt ið kann viga niður í 1 gr.
Sílu, gott at hava fleiri støddir
Sleiv ella pinn at venda tógnum við og at røra í grýtuni
Eina spann ella balju, so stór at tógvi kann liggja rúmsátt í
Pappír og blýant, tað kann vera hent, at skriva upp hvat tú gerst, serliga um tú vilt lita sama lit aftur seinri.
Gummihandskar

Vaska tógvi
Áðrenn tú fert undir at lita, skal tógvi vaskast væl. Ull skal hondvaskast, og tolir eins nógvan hita sum hondin, t.v.s. einar 40°C

Vaska soleiðis
Vaska við sápuspønum ella vanligum hársjampo. Ullin tolir somu viðferð sum okkara hár, brúka sápu sum ikki hevur sulfo í. Sulfo tekur lanolinið (feitti) úr ullini.
  Loys sápuna upp, í heitum vatni, køl síðani við køldum vatni. Tá ið hondin tolir vatnið, er í lagið. Brúka ikki ov nógva sápu, ull tolir betur, at verða vaska tvær reisir í mildari sápu, enn eitt vask í nógvari sápu.
  Legg tógvi niður í sápulútin, vend tí nakrar ferðir, ella rør varliga í. Tað ræður um ikki at hava tógvi ov leingi í sápulútinum.
  Skola tógvi fleiri ferðir, fyrst í sama hita sum sápulúturin, síðani kaldari og kaldari. Tá ið tógvi er reint, hong hespurnar upp at vatnrenna, ikki vinda tað, tú kanst trýsta nakað av vætuni úr.
Nú er tógvi klárt at lita. Áðrenn tú fert undir sjálva litingina, má tógvi beisast, tó er okkurt undantak.

Nakrar plantur ið geva lit frá sær.
Plantunøvnini eru alfabetisk á føroyskum, aftanfyri standa nøvnini á latíni, tó mangla nøkur enn. Eisini mangla aðrar plantur, sum geva lit frá sær.

Beinbrotskattarklógv Narthecium ossifragum
Blá Kollur Succisa pratensis
Bløð av ymiskum runnum 
Børkuvísu rót Potentilla erecta
Hagasólja Taraxacum vulgare
Hálshvít Baldursbrá Matricaria maritima
Heiðalyngur Calluna vulgaris
Hømilia Rumex
Klokkulyngur Erica cinerea
Litingar Javni (at beisa við) Lycopodium alpinum
Litingarsortugras Geranium sylvaticum
Lítil Bjølluvísa Equsietum variegatum
Loðið Húgvublað Tussilago farfara
Mjaðarurt Filipendula ulmaria
Nota Urtica dioica
Reinfann Chrysanthemum vulgare
Oksaeyga Chysantemum segetum
Seyðasmæra Trifolium repens
Skvalderkál Aegopodium podagraria
Steinamosi Parmamelis saxtilis
Sýra Rumex acetosa
Villikervil Anthriskus sylvestris
 


At gera klárt at fara undir liting
Ger fyrst tógvi klárt. Tað skal vera í hespum. Tú mást ansa eftir, at hespurnar eru leysar, annars gert tógvi ójavnt.
Loys báðar endarnar á tógnum, og krossa teir leyst um hespuna. Bind knút á. Ansa væl eftir, at endarnir eru krossaðir um hespuna, annars fer hon sundur. Síðani bindur tú tríggjar endar leyst um. Nú fløkist ikki, hespan er løtt at sláa út.
Set øll amboðini tú skalt brúka fram, áðrenn tú fert undir litingina. Verð hjá grýtuni, løgurin skal hitast til hann er beint undir kóking, ella umleið 90˚

Amboðini tú skalt brúka eru
Tógv og endar at binda við
Plantur
Alún ella annað at beisa við
Vekt, at viga tógvi á
Seðlar at hanga á hespurnar, so tú veit hvat hespan er litað og viðgjørd við
Penn sum tolir vatn
Sápuspønir, sjampo ella aðra milda sápu.
Stóra grýtu, gomul gass vaskigrýta er sera væl egnað
Termometur - skal kunna klára upp til 100°C
Litingarpulvur (um tú litar við kemiskari liting)
Edik
Lítið ílat
Teskeið ella vekt ið kann viga niður í 1 gr.
Sílu, gott at hava fleiri støddir
Sleiv ella pinn at venda við og at røra í grýtuni
Eina spann ella balju, so stór at tógvi kann liggja rúmsátt í
Pappír og blýant. Skriva hvat tú gerst, serliga um tú vilt lita sama lit aftur seinri.
Gummihandskar


Beising og eftirviðgerð
Fyri at tógvi skal taka ímóti liti, skal tað fyrst beisast, síðani litast. Undantikið er tó steinamosi. Tað finnast ymisk evni at beisa við. Alún er vanligt sera gott at byrja við.  Alún = (Kalium Aluminiumsucat, kal (so%) 2+12H20)
Eisini ber til, fyrst at beisa og lita tógvi, síðani eftirviðgerað tað í ymiskum evnum fyri at fáa annan lit.

Beisingarháttur
Upploys alúnið í heitum vatni, set eina grýtu útá við so nógvum vatni í, at tógvi er undir og liggur rúmsátt. Stoyt alúnupploysingin í grýtuna. Tógvi skal vera gjøgnumbloytt, áðrenn tað verður lagt í grýtuna.
  Nú skal løgurin við tógvi og alúni smákóka í ein tímans tíð. Ver varin, ullin tolir ikki brádligan hita ella kulda. Tað skal helst ganga ein tími frá 40°C til 90°, síðani kóka ein tíma.
Nú er tógvi klárt at lita. Tú kanst beisa og turka tógvi, tá kanst tú brúka tað seinri. Minst til at hanga ein lepa á, so tú veit hvussu og í hvørjum tú hevur beisa tógvi.

Nøkur onnur beisievni
Vínsteinur (Kalium hydrogentartrat (KHC4H4o6) )
Vínsteinur er plantusalt, ið verur framleiddur saman við vínframleislu, harav navnið. Tað er hvítt pulvur. Vit nýta vínstein til beisini av tógvi, ið skal litast reytt. Kann eisini nýtast saman við alúni. Vínsteinur ger litin javnari.

Krom (Kaliumdikromat K2Cr201)
Krom er appilsingult pulvur, framleitt av kromjarnsteini. Krom ger litin dimmari og tógvi mjúkari. Kann nýtast bæði sum beising og eftirviðgerð. Krombeisa tógv tolir ikki dagslýsi, fyrr enn tað er litað. Undir beising skal tógvi vendast oftani og lok skal vera á grýtuni. Um tú beisar við kromi og ikki skalt lita beinan vegin, skal tógvi torna í myrkri og goymast innpakkað. Tú skalt hava loyvi frá Arbeiðseftirlitinum, fyri at keypa krom. Krom er eitrandi.

Tinsalt (Stannaklorid (SnC1 2 2H 2 O)
Tinsalt er eitt lívrunnið salt, tað er grovt litleyst pulvur. Kann nýtast til beising saman við alúni, serliga til gular litir. Tinsalt skal bert nýtast í heilt smáum nøgdum 1 - 2% av tógvmongdini. Ver varin, um tú nýtir tinsalt, tað skaðar aluminium, eins og ov stór nøgd skaðar tógvi. Tinsalt skal goymast turt, tað dregur vætu at sær. Tinsalt er eitrandi.

Oxalsyra (C2H204, 2H20)
Oxalsýra er eitt lívrunnið evni. Verður kemiskt framleitt. Oxalsýra er litleys krystalsalt, ið verður nýtt sum beisievni saman við alúnið til reyðar litir og til eftirviðgerð.

Koparvitriol (CuS04 5H20)
Er eitt miniralsalt. Kopar nýta vit til eftirviðgerð og sum beisievni saman við alúni, til gular litir. Kopar ger litin haldbarari. Kopar er eitrandi.

Jarnvitriol (Ferrosulfat FeS04, 7h20)
Jarnvitriol er eitt grønligt krystall, náttursalt, ið lættliga upploysist. Veður oftani nýtt til eftirviðgerð av litum við nógvari garvsýru í. Saman við galæble fáast gráir og svartir tónar. (tað er trupult at fáa fatur á galæble). Ver varin, um tær nýtist hetta evni, tað kann lættliga oyðileggja ulltægrarnar, og harvið tógvi. Nýt hægst 10% jarnvitriol av garnmongdini og lat tað ongantíð liggja longri enn 15 minuttir í. Tógvi skal skolast væl, áðrenn tað verður vaskað. Jarnvitriol skal goymast turt. Jarnvitriol er eitrandi.

Galæble
Er garvsýruríkt pulvur, verður útvunnið úr sjúkligum vøkstri á eikitrøum. Verður nýtt til eftirviðgerð, at fáa dimmari lit. Kann skaða tógvi, so ver varin! Tað er trupult at skaffa galæble.

Potøska

Arbeiðsgongdin
1) set tógvi á blot eina nátt. Reinsa planturnar, og set tær at kóka í ein tíma, nýt kalt vatn. Set planturnar at kólna til dagin eftir. Síla vætuna frá plantunum, vætan skal brúkast at lita við.

2) upploys alúnið í heitum vatni, koyr síðani kalt vatn omaná og legg tógvi niður í. Hita løgin, við tógnum í, spakuliga upp á 90°, í ein tíma. Hita plantuløgin, legg tað beisaða tógvi niður í, kóka tað ein tíma. Nú skal løgurin kólna, hann kann standa til dagin eftir, men tógvi hevur betur av at verða tikið upp so skjótt sum gjørligt, men minst til, at ullin ikki tolir hita ella kulda "sjokk", tað skal kólna líðandi.

3) skola tógvi væl, og vaska tað í flógvum sápulúti. Skola sápuna úr, í seinasta skolivatni koyrir tú eitt sindur av ediki í.

Planturnar
Tá ið tú hevur heinta planturnar, skulu tær skolast. Steinamosi er serliga skitin. Um tú ikki ætlar at brúka planturnar beinanvegin, kanst tú goyma tær, tú kanst turkað tær, ella frysta tær. Um tú goymir planturnar leingi, kanst tú rokna við, at brúka nógv størri mongd, enn um tú brúkar tær beinanvegin.
Áðrenn tú kókar planturnar, skulu tær standa á bloti eitt samdøgur. Síðani kókast, fyri at útvinna litevni úr teimum. Sker tær sundur og kóka tær 1 tíma, tó skal lyngur kóka 3 - 4 tímar, í so nógvum vatnið sum tú skalt brúka til litingina. Sløkk undir grýtuni og lat løgin kólna niður í umleið 35 - 40°. síla planturnar frá. Nú er løgurin klárur at lita í.

Liting
Legg tað beisaða tógvi niður í plantuløgin. Tógvi skal verða vátt, áðrenn tú leggur tað í løgin. Hita løgni við tógvinum spakuliga upp til 90° og kóka 1 tíma. Køl løgin við tógnum í, tógvi kann liggja í litingini eitt samdøgur, men tá má alt tógvi verða undir alla tíðina, um ikki gerst liturin ójavnur.
Skola tógvi væl, vaska tað í mildari sápu. Skol,a sápuna úr og  í seinasta skolivatni koyrir tú eitt sindur av ediki í. Til allar seinast, kanst tú dippa tógvi í ein løg við olivenolju í (2. sp.skeiðir til 10 l. av vatni), hetta er ikki neyðugt, oljan ger tógvi mjúkari. Kroyst varliga um hespuna, hong til terra. Best er at hongja í skugga, sólin kann bleikja litin.


At lita við Steinamosa (Parmamelis saxtilis)
Steinamosi veksur, sum navnið sigur á steinum. Hann er gráhvítur á liti, heldur turrur. Steinamosi veksur ógvuliga seint, so ver varin um tú skavar hann. Skava ongantíð meira enn hægst neyðugt, lat altíð nóg nógvan mosa sita eftir á steinunum, so hann kann vaksa aftur.
Í Føroyum eru vit heppin at vit hava steinamosa. Í  Vendsyssel (í Jútlandi) vaks steinamosi fyri góðum 100 árum síðani, har bleiv so nógv skava, at hann hvarv..
Um tú ikki skalt brúka mosan beinanvegin, tú hevur skava hann, kanst tú goyma hann á turrum stað. Set mosan á blot í køldum vatnið, dagin fyri tú skalt brúka hann. Tað er ikki neyðugt at beisa tógvi, ið skal litast við steinamosa, tí mosin hevur beisu í sær.



Liting við steinamosa
Grýtan skal vera stór 4 - 5 l. til hvørji 100 gr. av tógvi, jarngrýta ger litin dimmari. Legg aðruhvørja ferð mosa og tógv í grýtuna, lat altíð mosan vera niðast og ovast. Fyll upp við køldum vatni + eina sp.skeið av ediki fyri hvørji 100 gr. av tógvi. Set grýtuna útá við lítlum hita, tað skal ganga ein tími frá 40 ° til 90 °. Lat grýtuna standa og "bobla" einar 2-3 tímar. Vend tógnum oftani, so tógvi ikki gerst flekkut. Lat løgin standa í grýtuni eitt samdøgur, vaska tógvi, í seinasta skolivatni koyrir tú eitt sindur av ediki í. Steinamosin hongur í tógnum - tað má pilkast burtur úr, tá ið tú vindur noðað.

Reyður litur við Kraprót (Rubia tinctoria)
Kraprót er rótin av plantuni Rubia Tincoria. Plantan er mest útbreidd í Frankaríki. Vit keypa kraprótina á Apotekinum.
Krap inniheldur bæði reytt og gult litevni. Við liting í lágum hita (hægst 70 °C) fæst tann reyðasti liturin, um hitin fer upp á 90 °C fæst reyðgulur litur. Til liting skalt tú brúka somu nøgd av kraprót og tógvi.

Arbeiðsgongdin við kraprót
Til 100 gr. av tógvi skalt tú brúka 100 gr. av kraprót. Set kraprótina á blot dagin fyri tú skalt lita. Bloytt 100 gr. av beisaðum tógvi í flógvum vatni. Kraprótin og tógvi skulu saman í grýtuna, fyllið upp við so mikið av vatni at tógvi er undir,
tendra undir grýtuni. Nú skal ansast sera væl eftir, rør oftani í grýtuni, so tógvi ikki gert misjavnt og ansa sera væl eftir hitanum! til reyða litin má hitin ongantíð fara uppum 70 °C. litað 4 -5 tímar. Sløkk undir grýtuni, lat tógvi kólna í løginum, undir loki. Rist røturnar úr hespuni og vaska í sápulúti. Goym restina av løginum - litevni er eftir! Tú kanst t.d. lita eina hespu, ið frammanundan er litað gul. Tá fæst ein vakur gulreyður litur burturúr. Tá ið tú litar aðru ferð í løgnum av kraprót: bloyt hespuna og legg hana í løgin. Tendra undir grýtuni, sum skal spakuliga upp á 90°, kóka leingi - heilan dag. Rist hespuna og vaska í sápulúti. Ella royn ymisk evni til eftirviðgerð!

Reyður litur við Cochenilla
Arbeiðsgongd við Cochenillu
Tú skalt brúka 10% Cochenillu av tógv mongdini ella til 200 gr. av tógvi skalt tú hava 20 gr. av cochenillu og 40 gr. vínstein til beisu. Morla cochenilluna sundur í einum mortara. Eitt sindur í senn. Set hana so á blot í 1 l. av vatni og lat standa eina nátt. Vaska tógvi væl ella kóka tað í einar 10 minuttir. Fyllið grýtuna upp við vatni. Legg tær vátu hespurnar í grýtuna, eina í senn. Rør væl í grýtuni til vatnið er komið upp á 90 °C. lat kóka ein tíma. Sløk og køl niður, vaska í sápulúti. Goym restina av løgnum - enn er litevni í!!

Bláur litur við Indigo (C8H7On)
Indigo er blátt litevni sum fæst úr ymiskum plantum t.d. Vajd og av tropisku plantuni Indigofrea Tincoria. Longu í 1897 bleiv Indigo framleitt kemiskt, og í dag fæst bert kemiskt framleitt indigo, men kemiska indigoin bindur eins væl og upprunaliga indigoin, og hevur sama lit. Litingin við Indigo er ikki tann sama sum við øðrum plantum. Fyrr bleiv súrgað
land brúkt at lita indigo í. Í dag brúka vit ein annan hátt, hesin hátturin kallast "kypuliting", og minnir um batikliting.
Indigoliting fer fram í tveimum. Fyrst skalt tú gera eina stovnskypu, síðani eina litkypu. Ver í gummihandskum, tá ið tú litar.

Stovnskypan
7 Indigo
1 spsk. Spritt
6 gr. natriumdithionit Na2s2o4
6 gr. natriumhydroxid NaOH (kaustisk soda)
3 glasíløt, tað størsta skal kunna rúma 4 dl.
1 røripinn
1 dl. av heitum vatni
Indigoin skal rørast væl í sprittinum, brúka størsta ílatið. Stoyt kastisoduna í eina skál (skálin skal tola nógvan hita) stoyt síðani ½ dl. av vatn niður yvir og rør í. Ver varin, løgurin gerst ógvuliga heitur og er etsandi, ansa eftir ikki at fáa hann á teg. Stoyt natriumhydithionit í eitt ílat og rør so mikið av vatni í at tað upploysist. Stoyt restina av vatninum varliga í og rør varliga, tað má eingin ilt koma í. Legg lok á glasið (ikki av metali) set glasið niður í eitt ílat við 50° heitum vatni í, lat tað standa ein tíma. Henda stovnskypan kann lita 1 kg. av tógvi, alt eftir hvussu dimt tað skal verða.
Eftir einum tíma skuldi kypan verið liðug, royn varliga at dippa ein tógv enda niðurí. Um endin er grønur og gerst bláur eftir einari lítlari løtu er kypan liðug, um ikki, lat standa eina løtu afturat.

Litkypan
Fyll eina grýtu við vatni, so mikið at tógvi kann liggja rúmsátt í. Stoyt 1 ml. av 3 dbl. Salmiakspiritussi í fyri hvønn litur. Hita vatnið upp til 30° og stoyt 1 gr. natriumdithionit í til hvønn litur av vatni. Tá ið vatnið er 50°, skalt tú stoyta eitt sindur av stovnskypuni varliga í. Eingin ilt skal koma í vatnið, so rør endiliga ikki í. Iltin ger indigoið blátt, og tað skal helst henda á tógnum og ikki í vatninum. Nú skalt tú lita: ger eina hespu váta og dippa hana niður í kypuna, lat hespuna liggja í 10 minuttir. Tak hana varliga uppúr aftur, kroyst vatnið úr, byrja í niðara enda og ansa eftir at ikki ov nógv ilt kemur í kypuna.
Rist hespuna væl, so iltin sleppur inn allastaðni, men ger hetta burtur frá kypuni, so tú ikki sleppur henni niður í. Nú blívur tað grøna blátt.
Tú kanst brúka kypuna fleiri ferðir, stoyt bert eitt sindur av stovnskypuni í grýtuna ímillum litingina, um vatnið gerst blátt kanst tú koyra nakrar dropar av natriumdithonit í, tað tekur iltina úr aftur.
Tógvi skal vera heilt turt áðrenn tú vaskar tað, so heldur liturin betur. Í seinasta skolivatni skalt tú stoyta eitt sindur av ediki í.
P.S. fleiri av evnunum sum brúkt verða eru skaðilig fyri náttúruna - við at stoyta eitt sindur av ediki í løgin, áðrenn tú stoytir hann burtur, minkar tú um dálkingina.

Innkeypslisti
Um tú ætlar tær undir liting heima.
Listin er vegleiðandi, tær nýtist ikki alt hvørja ferð. Evnini kunnu keypast á Apotekinum

Beisuevnir
500 gr. Alún
100 gr. Vínstein
 50 gr. Krom
100 gr. Oxalsýra
100 gr. Koparvitriol
100 gr. Potøska

Litevnir
300 gr. Kraprót (Ella somu nøgd av rót og tógvi)
300 gr. Cochenilla

Nakrar bøkur um plantuliting, plantur og litir

Plantuliting
J.C.Svabo, 1859: Inberetning fra Reise i Færø 1781 og 1782. N. Djurhuus (om farver sí 147 -151)
Trøllanesi, Katrina á 1972: Plantuliting Tórshavn
Bærentsen, Gunnvør 1987: Liting við skónum Egið forlag Tórshavn
Nielsen, Ester 1974: Farv uld med planter Borgen ISBN 41813723
 
Plantur
Rasmussen, Rasmus 1952: Føroya Flora Skúlabókagrunnur Løgtingsins
Jóhansen, Jóannes mai 1985: Soleiðis komu planturnar til Føroyar.
Serblað av Skúlablaðnum
Bloch, Dorete 1980: Litflora Føroya Fróskaparsetur Tórshavn
Jóhansen, Jóhannes 2000: Føroysk Flora Føroya Skúlabókagrunnur
Fosaa, Anna Maria 2000: Villar plantur í Føroyum - yvirlit - Føroya Náttúrugripasavn
Føroya Náttúrugripasavn 2004, Urtagarðurin faldari við plantunøvnum á føroyskum og latíni
 
Litir/litlæra
Heilberg, Kasper 1975: Den europæiske palet Berg (útseld)
Itten, Johannes 1977: Farvekunstens elementer Borgen
Pallesen, Lis 1988/1991: Farver Gyldendal
Reuter, Birgitta og Tvemoes, Michael 1990: Farvelære Nyt Nordiskt Forlag Arnhold Busck
Salingbroe, Britt 1991: Komposition og farvelære Borgen
Andersen, Inge 1980: Farvning Borgen
Matthaei, Rupprecht 1971/1988/1997: Goethes farvelære Hernovs København
Smith, Lone 1993: Farven og lyset Forlaget Klematis Ålborg
Bjerregaard, Lene 1996: Brug farverne bevidst Hovedland ISBN 87 7739257 4
Olsen, Ida-Marie 1997: Tekstiltryk i vede rammer Borgen ISBN 87-21-00655-5
 
Á alnótini
http://www.lindenskov.com/Default.asp?sida=657
http://www.idamarie.dk/idamarie/Farvelaere/kompendium.htm
http://home6.inet.tele.dk/pedjuhl/html/garnfarvning.html


Heimasíður
http://home.worldonline.dk/omalchau/plantefa.htm
http://www.vikingegaard.dk/plantefarvning.htm
http://susanne.list.person.emu.dk/farvel.htm
http://www.idamarie.dk/idamarie/Farvelaere/kompendium.htm

 


 

 

Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir