Send mær ein t-post
  

Kertiljós
Kertiljós ella stearinljós eru vanliga gjørd úr stearini og paraffini. 25% stearin og 75% paraffin, Paraffinið ger stoytingina lættari, stearinið gevur ein hvítan lit og ger ljósini slættari og reinari brenning, sum ikki osar og dryppar. Kirkjuljós verða blandað, 20% stearin og 80% paraffin, síðani eitt sindur av býfluguvoks, tað gevur rætta litin.
 Veikurin er bestur, um hann er flættaður úr bummulstráði, veikurin lagar seg eftir tjúkdin á ljósinum. Til útiljós skal veikurin verða rættuliga tjúkkur, útiljós osa ella sóta illa, útiljós mugu ongantíð brennast innandura.

Stearin
Stearin er ein blandingur av stearinsýru og palminsýru. Verður gjørt burturúr feitti t.d. lýsi, tálg ella vegetabilskum feitti (plantufitievni). Verður framleitt undir forsáping (hydrolysu) av feittinum. Umfram kertuljós verður stearin brúkt í sápu og kosmetikkídnaðinum.
 Stearinsýra = C17H35COOH mettaðar feittsýrur, meginparturin av feittinum er av spiki og tálg,
bræðingarmarkið er 69C° .
Stearin til kertiljós er oftast fingið úr pálmuolju.
Stearin var fyrstu ferð framleitt í 1824.

Paraffin
Er eitt hjáevni í oljuframleiðsluni. Góðskan á paraffini er ymisk, til kertuljóls er best at nýta tað sum bráðnar á 54 – 56° . Um tú brúkar paraffin á einum lægri bræðingarmarki verða ljósini bleytari og bogna lættari, bráðna um sólin stendur á.

Býfluguvoks
Voks sum flugurnar framleiða úr hugnangi. Brennur og angar væl. Til Býfluguvoks er best at brúka ein runtflættaðan veik.

Veikurin
Veikurin skal vera dygdargóður, skal ljósið brenna rætt. Tá ið tú brennir ljós, ansa væl eftir, eisini veikinum, klipp veikin um hann "klumpar" í erva. Klumpurin kann fáa ljósið at osa.

Kertiljós í miðøld
Í Norðanlondum hava tey stoytt kertu síðani í 18 øld. Siðvenja var hjá bóndrunum hvørt ár aftaná fletting at brúka ein dag til at stoyta kertu, tað gjørdu kvinnurnar. Tær brúktu seyðatálg til at stoyta kertu. Tálgin varð sundur skorðin og løgd í svartapott (leirgrýta, sum er milebrend (tyrvd við mógvi), leiri verður svart, tí einki oxygen sleppur at brenningin).
 Omaná tálgina stoyttu tær kókandi vatn. So mikið av kókaðum vatni, at tálgin smeltar og flýtur omaná vatninum.
 Frammanundan høvdu tær hekla bummullsveikar, knýtt á træpinnar, brúktir til stoytingina.
 Fyri hvørja stoyting vaks kertuljósið umleið ½ mm. Handverkið helt fram til umleið 1850, tá fór ídnaðurin at hópframleiða ljós úr stearini og paraffini.

Kola
Føroyingar brúkt kolu sum ljós. Kola er lýsilampa, oftast ferhyrnta úr jarni, sí tekning. Veikurin úr
 bummullstráði ella veikagrasi.

Trettandaljós/Kongaljós
  Í Norðanlondum var siðvenja at tendra eitt serligt ljós trettandakvøld. Eitt ljós við trimum ørmum, ofta kallað eitt kongaljós. Á norðurlendskum verður trettanda nevndur de helligetrekongersdag. Oftani stappaðu tey eitt sindur av krúti, ið eina gásafjøður, sum var stoytt í ljósið, har armarnir møtast. Trettandaljósið bleiv sett á borðið trettanda kvøld, tá tey ótu. Tá krútið brast vóru jólini av.

At stoyta kongaljós/trettandaljós
  Bind tríggjar veikir um ein pinn. Klipp tveir endar av veiki, ein í miðjuna á pinninum, hin skal stingast ígjøgnum har sum samankomingin á ljósinum skal vera, knýt á endarnar á pinninum. Bert ein veikur er niðast. Ljósið skal stoytas umleið 40 ferðir. Um hetta hevur verið brúkt í Føroyum dugi eg ikki at siga.

Soleiðis stoytist kerta

Grýta
Sylindari 24 cm. í diametur ovast og 18 cm niðast, 60 cm. høgur. Hetta eru tey idiellu málini, formurin ger, at lættari er stoyta stadnaða voksið úr sylindaranum. Tú kanst brúka onnur mát, t.d. sama diametur allanvegin. Til sylindara kanst tú brúka alt møguligt, bara tað tolir hita, t.d. konservesdósir, glaskrukkur, pastikspannir o.s.f.
Stoytikrókar, ein ferhyrnt træpláta við fýra rivum og hondtak í miðuni omaná.
Møtrikkar ella annað at binda í endan á veikinum til at geva vektina í byrjanini av stoytingin.
Saks og cm-band ella tummastokk
Hitakeldu. Kókiplátu ella gassbluss. Verð varðin, brúkar tú gassbluss, stearin og paraffin eru ógvuliga eldfim.
Termometur, skal tola upp til 200° .
Okkurt at hanga ljósini á. T.d. ein rundstokk, lagdur millum tveir stólar.
Gott at hava eldsløkkjara, brandteppi ella eitt lok nærhendis, um eldur skuldi fest í. Stoyt ongantíð vatn omaná brennandi feitt!!!


Tilfar
Paraffin, best at brúka paraffin sum smelta á 54 –56 C° . Ljósini av hesum paraffini brenna pent og stilt. Um bræðimarkið fer uppum 62-64° gerast ljósini harðari og broysknari.
Stearin styrkir paraffinið, ljósini brenna longri uttan at renna.
Blandað paraffin og stearin í forholdinum 4:1. Blandingin kallast voks.
Úr 1 kg. av voksi fáast umleið 14 – 16 vanlig kertuljós.
Stearin er sjálvtendrandi, um tað fer uppum 210° .

Liting
Bert feittupploysiligir litir kunna brúkast, ikki plantuliting.
Hópur av ymiskum litevnum fæst.

Veikurin
Eins og við litingarevnunum fáast veikar av ymiskum slag. Veikurin skal altíð svara til ljósinum.

Fyrireiking
Set grýtuna við vatni útá, set sylindaran við voksinum, í grýtuna. Tá ið voksið er smeltað er klárt at stoyta.
Klipp veikin dupult so langan sum eitt ljós + 5-10 cm. at krøkja um træplátuna og binda møtrikkarnar á. Bind møtrikkarnar á endarnar á veikinum, krøk veikirnar um stoytiplátuna.
Tá ið voksið er smeltað, er klárt at stoyta. Stoyt fyrst niðasta partin av veikinum, stoyt eitt sindur longri upp fyri hvørja stoyting. Stoyt til ljósini hava ta ætlaðu tjúktina. Um ljósini skulu litast, skalt tú gevast at stoyta eitt sindur áðrenn ljósið er nóg tjúkt. Ljósið gerst tjúkkari undir litingin.
Ljósið skal kólna millum hvørja stoyting – umleið 2 minuttir í vanligum stovuhita. Ansa eftir at sólin ikki stendur á, har tú hongur ljósini at kólna.
Áðrenn tú litar ljósini, skulu tey kólna og vera stív, tá fæst besta litingin. Tú kanst fara útum við ljósinum og lata tað kólna.
Skulu ljósini litast, skal tú gera á sama hátt sum tá ið tú stoytir ljósini. Litingin skal oftast brána saman við voksinum. Les brúkaravegleiðingina til litingina. Mettalliting skal oftast málast á ljósið.

Ymisk ljós

Gelé ljós
 Geléljós eru gjørd úr ljósgéle, sum fæst burturúr úr stadnaðari olju. Gelé gerst nógv heitari enn vanlig kertiljós, tey eru heit langt aftaná at tey eru slókt. Tí skalt tú altíð vera varin við geléljósum.

Fýrfataljós
Oftast framleitt úr paraffin. Brúkararáðið í Danmark sigur at fýrfataljós koma undir vandamikil ljós. Tey gerast so heit at tey verða yvirhitað, t.v.s. at øll flatan omaná brennur, flamman kann gerast 5 – 15 cm.long. Vandin er stórst, um fleiri ljós standa tætt saman, ella tey eru í afturlætnum stakum. Temperatururin kann gerast so høgur, at voksið setur av (fordampar) og eldur kemur í. Set altíð fýrfataljós á eitt eldfast undirlag, set tey ongantíð beinleiðis á dúkin ella á borðið!!

Metalljós
Metalljós eru ljós, sum eru litað við metallitum, t.d. gull og silvurlitum. Um tú litar við metallitum, skalt tú vera sera varðin, ljósini osa og eldur kann koma í litingina. Framleiðarar av litinum vita ikki enn hví eldur kemur í, men viðganga at hetta er ein trupulleiki við metallitum á ljósum.

Ansa væl eftir tá ið tú brennir livandi ljós!
Set altíð livandi ljós á eitt ikki brennbart undirlag.
Far ikki frá ljósinum meðan tað brennir. Ansa eftir, at stakin ella ljósið ikki koppar.
Sløkk altíð ljósið tá ið tú fert út úr rúminum.
Brúka bara dygdargóð stearinljós. Ikki tendra ljós í terkki, tá rennur ljósið og eldur kann festa í.
Klipp veikin um hann er ov langur, ½ cm er ríkiliga langt. Um veikurin er ov langur, osar og rennur ljósið.
Ansa serliga væl eftir metallitaðum ljósum. Litingin er ofta úr eldfimum evnum.

Stearinblettir á klæðum o.ø.
Klæði við stearinblettum kanst tú leggja í frystiboksina. Tá ið stearinið er stadnað, skava tað tú fært burtur. Um tú ikki fært alt burtur á henda hátt, kanst tú strúka restina burtur. Legg klæðið millur tvey løg av tjúkkum køkspappíri ella øðrum súgvandi pappíri, t.d. avíspappír. Legg eitt petti av klæði omaná tað ovasta pappírið. Strúka við nógvum hita, so at pappírið sígur voksið úr klæðinum. Um litblettir eru eftir í klæðinum, brúka reinsað bensin ella spritt. Stoyt eitt sindur av bensini ella spritti á ein klút og turka burtur. Kanna altíð fyrst um klæðið tolir bensin/spritt. Stendur einki í vaskileiðbeiningini, royn fyrst har tað ikki sæst.

Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir