Send mær ein t-post
  
01.05.2000
Takk fyri stuðulin

Takk fyri tit 192 sum valdu meg
- og tit 6.371 sum valdu Javnaðarflokkin (1.946 í Suðurstreymoy).

Hetta merkir, at eg nú eri varaumboð hjá Katrin Dahl og Kristian Magnussen.

Valúrslitini eru nú komin
Hetta er tingmannabýtið: A 7, B 8, C 7, D 1, E 8, H 1.

Vit fingu 2 vald í Suðurstreymoy, tað eru: Katrin Dahl Jacobsen og Kristian magnussen. Eg eri eykalimur við 192 atkvøðum. Tað eri eg sera takksom fyri.

Hini valdu í Javnaðarflokkinum eru í Suðuroy: Jóannes Eidesgaard og Hendrik Old, Sandoy: Gerhard Lognberg, Vágoy: eingin, Norðstreymoy: eingin, Eysturoy: Andrias Petersen og Norðoyar: Vilhelm Johannesen.

Sera tætt er millum nøkur valevni: 2 atkvøður eru millum Hendrik Old og Sverra Midjord og 1 millum Andrias Petersen og Dan R. Petersen.

Úr hinum flokkunum vóru vald í Suðurstreymoy: Fyri Fólkaflokkin: Óli Breckmann og Bjarni Djurholm.
Fyri Sambandsflokkin: Lisbeth L. Petersen, Heðin Mortensen og Kaj Leo Johannesen (eykavaldur).
Fyri Tjóðveldisflokkin: Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk og Kristina Háfoss.
Fyri Miðflokkin: Jenis av Rana (eykavaldur).

Eg fari at ynskja øllum teimum valdu hjartaliga tillukku.


01.05.2000
Takk fyri stuðulin
29.04.2002 Løgtingsvalið
Tamt orðaskifti við onkrum skemti
27.04.2002 Løgtingsvalið
Einlig mamma missir dóttrina
21.04.2002 Løgtingsvalið
Røða hildin í Nólsoy um trivnaðarmál og økismenning
24.04.2002 Løgtingsvalið
Berjast fyri barnaansing
5 tey næstu
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir