Send mær ein t-post
  

Grundsjónarmið Javnaðarfloksins
- vegurin til sosialistiska vælferðarsamfelagið Føroyar.
1. Føroyski Javnaðarflokkurin sum stendur óheftur av øllum útlendskum politiskum flokkum, men í dyggastu samvinnu við og á grundarlagi alheims sosialismunnar, vil at Føroyar skulu byggjast sum eitt sosialistiskt vælferðarsamfelag.
Flokkurin ásannar, at Føroya land er Føroya fólks ogn. Henda ogn umfatar eisini landgrunnin og undirgrundina.
2.út frá hesari grundstøðu heldur flokkurin tað vera skyldu teirra, ið hava ta stjørnarligu ábyrgdina, at skipa fyri, at hendan ogn fólksins verður at gera hina mestu framleiðslu og úrtøku, ið allir landsins teknar eiga javnrætt til.
3. Alt samfelagsgagnligt virksemi má skipast út frá umsorgan fyri felags áhugamálum og fyri at fremja vælferð fólksins. Øll menniskju skulu hava somu rættindi at taka lut í arbeiðinum fram móti størri vælferð og einum ríkari lívi.
4. Hetta kann bert fremjast í einums samfelag, har allar greinar av samfelagslívinum eru í væl skipaðari samvinnu undir vilja og eftirliti fólksins. Øllum skal tryggjast tað, ið er grundleggjandi fyri lívseydnu menniskjans- arbeiði, hvíld, mat, bústað, uppaling og andlig menning.
5. Øll stig á leiðini fram móti hesum samfelag skulu fremjast á fólkaræðisligari grund. Fólkaræði skal umfata alt samfelagslív, ikki minst hitt fíggjarliga. Við forpliktandi samvinnu og planøkonomiskari leiðslu skal persónliga frælsi og innløga einstaklingsins tryggjast og tryggleiki skapast fyri øll.

Einstaklingurin og fólkaræðið
6. Fólkaræðið er stýri skapað av fólkinum gjøgnum tess fólkavaldu umboð. Tað verður eingin politiskur myndugleiki at finna, ið ikki er sprottin av frælsum loyniligum valum.
7. Fyri at verja og tryggja fólkaræðið er tað neyðugt at uppaling til fólkaræðið verður sett frammalaga í heimi og skúla, á arbeiðsplássunum og fólkaupplýsingini, soleiðis at hon verður at kynda undir ábyrgdarkenslur og skyldur einstaklingsins yvir fyri ella móti medmenniskjum og samfelagnum sum heild.

Búskapur landsins
8. Á búskaparliga økinum - fíggjarliga, vinnuliga, búnaðarliga og á annan hátt - má samfelagið ganga á odda og taka tey stig, ið neyðug eru fyri at náa málinum: størst møgulig framleiðsla og rættvíst býti av ágóðanum.
9. Hetta verður at loysa á ymiskan hátt á teimum ymisku vinnuligu, fíggjarligu, búnaðarligu og samfelagsligu økjunum.
Í summum førum er tað neyðugt, at landið átekur sær hitt búskaparliga virksemi.
Í øllum førum eru kommunal og felagskommunal tiltøk betur hóskandi.
Á summum økjum er rættast at framleiðsla og handil verða rikin á samvinnugrundarlagi.
Á øðrum økjum er privat drift betur hóskandi
10. Avgerandi fyri hina praktisku loysnina í hvørjum einstøkum føri verður, hvat ið gagnar heildini, fólki og landi best. Sosialiseringin hevur eittans endamál: at økja um framleiðsluna og úrtøkuna, javnari býti av úrtøkuni og størri tryggleiki fyri øll, ið arbeiða í teimum ymisku vinnugreinunum. Øll tiltøk skulu tæna landsins áhugamálum og vera í samsvar við vilja fólksins.
11. Har sosialisering fer fram, má øll óneyðug sentralisering haldast burtur og persónligur virkishugur og ágrýtni, ið gagnar framleiðsluni, stuðlast og mennast.
Sýslur, kommunur og privat fyritakssemi mugu fylkjast og ganga á odda, tá tað ræður um at skapa áhuga fyri og gera nyttu burtur úr teimum møguleikum, ið finnast á ávísum staði ella støðum eins og innanfyri nærri avmarkað øki. Fylking av øllum góðum og skapandi kreftum í bestu samvinnu í felags málum verða at skapa størri og ríkari framgongd fyri fólk og land.

Arbeiði til allar hendur
12. Øll hava rætt til arbeiði. Tað er eitt samfelagsmál at tryggja øllum arbeiði og rættvísa úrtøku av arbeiðinum, soleiðis at støðugur framburður verður at skapa støðugt betri livilíkindi.
13. Sterkasta fylking av øllum arbeiðandi fólki á sjógvi og landi til verju av áhugamálum løntakaranna, fiskimanna og arbeiðaranna til avgerandi ávirkan á og til samræði á fíggjarliga og vinnuliga sosiala lívi og virksemi landsins, er neyðugt og týdningarmikið lið í uppbyggingini av sosialistiska samfelagnum.
Á øllum arbeiðsplássum skulu menniskjuni kenna seg sum limir í einum samfelag, sum í øllum lutum byggir á fólkaræðisligari grund.
Hini luttakandi, andliga og handliga, menniskjansliga arbeiðskraftin eigur tí at vera við í ráðum, stjórn og fyrisæti virkisins.
14. Undir sonnum fólkaræði verður saamfelagið betri ført fyri at samskipa allan framburð á breiðari grundarlagi og betur ført fyri at leggja til rættis alla framleiðslu, allan inntøkupolitikk og nýggj framtøk yvir longri áramál.
15. Planøkonomisk samskipan av landshúsarhaldinum verður at skapa hin javna framburðin við arbeiði til allar hendur uttan størri fíggjarkreppur, ið eyðkenna kapitalistiska samfelagið.
Eitt lítið land sum okkara er sera lætt ávirkiligt av øllum hendingum úti í heiminum, men tess longur vit eru komin í tjóðskaparliga planhúsarhaldinum, tess longur eru vit før fyri at standa «móti árinum uttanífrá, betur før fyri at bera byrðarnar og halda arbeiðinum gangandi.
16. Við rationellum politikki kunnu vit útbyggja landið skjótari, enn tað annars er gjørligt. Við samskipan og samvinnu kann Føroya fólk bøta stórvegis um livilíkindini.
Við samskipan og samvinnu kunnu vit best troyta allar teir møguleikar, landið hevur at bjóða okkum.
Farmasigling verður gjørd týðandi táttur í sjóvinnuni, soleiðis at teir hundraðir av skipsførarum, stýrimonnum, maskinmonnum og siglandi sjómonnum okkara, sum eru úti, annars kunnu manna okkara egnu skip.
Nýggjar vinnugreinir verða royndar og nýggj virki sett á stovn á samvinnugrundarlagi og í sølu og keypi í samvinnu við norðurlendsku / alheimskooperatiónina.
Fyri at fáa vørurnar vit keypa ódýrast og hægsta prís fyri egnu framleiðslu verður uttanlandshandilin skipaður á landsandeilsgrundarlagi.
Øll umsiting má gerast tíðarhóskandi.
Bygdir ella øki av landi okkara, sum eru í afturhond, mugu koma undir skjóta útbygging.
Við tíðarhóskandi lestra- og lærulíkindum, vísindaligum kanningum og tekniskum snildum, skulu vit gerast betri og skjótari før fyri at loysa málini.
Við at troyta hesar møguleikar og fremja hesi framtøk skal framleiðslan økjast í stórum og koma øllum fólkinum til góðar.
17. Allastaðni har sosialiseringin fer fram ella plan- húsarhaldið krevur broytingar í ognarviðurskiftunum, letur samfelagið fult endurgjald.
18. Einari betur inntøkutryggjan - og javnvág samsvarandi fólksins áhuga og krøvum, skipar samfelagið fyri m.a. príseftirliti, rættvísari skattaálegging, rættvísiari sosiallóggávu og inntøkuábótum - og eftirliti.

Skattur eftir evnum
19. Skattaálegging hevur til endamáls at útvega hin neyðuga peningin til útbygging samfelagsins og fremjan av felags áhugamálum og skal harafturat minka um ójavnan í inntøku. Øll skattaálegging má fara fram á tann hátt, at hon ikki foðrar virkishug ímillum manna.
Inntøkur, ið svara til neyðuga minstamarkið fyri lívsins uppihaldi hjá einari familju, eiga ikki at verða skattaðar.

Menniskjan og samfelagið
20. Málið er at øll menniskju skulu fáa nóg mikið til lívsins uppihald og kunnu troyta allar teir møguleikar, ið tjóðin hevur at bjóða teimum til eitt ríkari samfelagslív.
Við skilagóðum og rættvísum býti av inntøkum og samfelagságoðum verður stættarmunurin at hvørva, og nýtt grundstøði verður at skipa fyri, betri samvinnu og einari tryggari og ljósari tilveru.
21. Bert eitt samfelag har órættur og neyð er burtur kann av sonnum gerast eitt fólkaheim. Eitt slíkt samfelag krevur samhug og ábyrgdarkenslu av tí einstaka. Øll hava skyldu eftir evnum at gera sítt besta fyri samfelagið.
Aftur fyri hevur samfelagið ábyrgd fyri øllum og skyldu at tryggja øllum vælferð uttan mun til lit, trúgv, kyn, starv ella inntøku.
Øll skulu kunna bera fram sínahugsan uttan ótta. Øll eru líka fyri lógini, og eingin kann revsast uttan lóg og dóm. Tryggjað verður øllum talu-, trúar-, orgnisatións- og samkomufrælsi.
Øllum verður tryggjað sama og javnbjóðis start í lívinum, sama og javnbjóðis rætt og atgongd til arbeiði og hvíld, til heim og vælferð og bestu atstøður at brúka frítíð og fríløtur.
Øllum borgarum samfelagsins sosialur tryggleiki og samfelagið ber útreiðslurnar, ið standast av sjúku, avlamni, vanlukku, elli, inntøkumiss ella hendingum og umstøðum, ið øra við sær trongd til trygd og hjálp at troyta eina tilveru uttan sakn og trot.
Øllum arbeiðandi menniskjum verður tryggjað eitt minstamark av løn og øllum óarbeiðsførum ella treingjandi sosial trygd, ið svarar til tað, ið neyðugt er til lívsins uppihald.
Kvinnur og menn eru í øllum lutum javnstillað og foreldrum skal tryggjast teir fyrimunir, ið svara til ábyrgdina av tí uppvaksandi ættarliðnum, og verður tí til verndar og tryggleika fyri heimið og tí uppvaksandi ættarliðnum goldið heimunum eitt skattafrítt barnatilskot.
Øll skulu hava sama rætt og javnbjóðis atgongd til lærdóms og luttøku í mentunnar- og menningarlívi tjóðarinnar.

Fræls og frí menniskju
22. Sosialismunar mál er at skapa fræls og frí menniskju og til tess krevst eisini andalig frígering og vælferð.
Andslívið skal eisini vera frítt og frælst.
Samfelagið skal á besta hátt og í størsta mun styðja alla fólkaupplýsing, alla gransking, alla list og alt mentunnar og menningarlív, allan lærdóm at útbúgva og dubbing til arbeiðis.
Tí uppvaksandi ættarliðnum verður ikki bara tryggjaður javnbjóðis rættur og atgongd til hin hollasta og mest tíðarhóskandi og staknútímans útbygdan lærdóm, men eisini verður allur lærdómur ókeypis.
Til skapan og verndan av einum frískum og sunnum ungdómi, bæði likamliga og verða ið dyggasta og mesta stuðli hins almenna bygdir ítróttarvøllir, bygdarítróttarhallir, reist bygdahús til øll listar-, mentunnar og onnur góð og gagnlig endamál gjørd frítíðarstøð og annars skipaðir teir stovnar, ið røkja skulu áhugamál ungdómsins eins og fólksins sum heild.
Stovnað verða bókasøvn og skipaðir mentunarstovnar, ið tryggja skulu øllum - uttan mun til, hvar ein í landinum býr - ríkiligan lut í og javnbjóðis atstøður at troyta mentunnar- og menningarkeldur landsins
Samfelagið skal í øllum lutum tryggja tí uppvaksandi ættarliðnum - børnunum og ungdóminum - í heimi og skúla í leiki og arbeiði, hini bestu uppvakstrarlíkindi, eins og sunna og frælsa uppfostran.

Føroyar og útheimurin
23. Heimurin er alt meir og meir vorðin ein heild, har eingin tjóð hevur ráð til ella kann standa einsamøll - heldur ikki vit. Í fyrstu syftu mugu vit menna og útbyggja samvinnuna við grannalondini - norðurlon - og sum norðurlendsk tjóð á jøvnum føti taka lut í øllum norðurlendskum samarbeiði.
Men samarbeiðs- og samvinnuhugurin røkkur víðari, og allastaðni har vit hava serskild áhugamál at røkja, verður hetta gjørt annahvørt við beinleiðis føroyskari umboðan ella umboðan umvegis ríkisfelagskapinum.
24. Føroyar skulu, so lítið vit enn evna, gera sítt besta til frama fyri friðið og semju millum allar tjóðir og á besta hátt og eftir førimuni stríðast móti militarismu.

Ríkisfelagskapurin
25. Hin 400 ára gamli ríkisfelagskapurin Føroyar og Danmarkar ímillum eigur, sum lagt í stjórnarskipanina fyri Føroyar av 23.mars 1948, at botna í tí fulla og óskerda mannafrælsinum.
Hetta vil í hesum føri siga, at báðum tjóðunum, teirri føroysku sum teirri donsku, er frítt at fara úr stjørnarliga og fíggjarliga felagsskapinum um eitt mál ella málsøki verður yvirtikið, soleiðis at Føroya løgting og landsstýri taka við teirri lógarligu, fíggjarligu, umsitingarligu og siðmenningarligu ábyrgdini av málinum ella málsøkinum.
Hesin "generelli" rættur til báðar síður røkkur líka at loysingini, um annar parturin skuldi komið til ta niðurstøðu, at fullur skilnaður úr ríkisfelagskapinum vil tæna pørtunum best.
Hendan frælsisstøða ber við sær hin mikla fyrimunin, at hon tekur alla trætu og alt trýst Føroyar og Danmarkar millum burtur og slættar soleiðis fyri fullari fatan av øðrum og vinarligari viðgerð av áhugamálum føroyinga undir stavnhaldinum at tæna Føroya fólki og Føroyum, og tað er javnaðarmanna hugsan, at hetta "generella" frælsi til báðar síður vil styrkja allan ríkisfelagskap um øll mál, ið báðir partar í samvinnu røkja betur hvør sær.

Tjóðskaparstøðan
26. Í stjórnarskipanini er Føroyar skrásettar sum ein norðurlendsk tjóð við egnum máli, egnari mentan, egnum tjóðarmerki og fullum sjálvavgerðarrætti, egnari lagnu og lívi viðvíkjandi.
Sambært hesa skráseting heimastýrisins, danska ríkisdagsins og kongsins er tað krav Føroa Javnaðarfloks og stevna at skipað verður so fyri, at okkara grannatjóðir og skyldmenn eins og øll okkara viðskiftafólk, hvar í heiminum tey vera veita okkum sama sóma og viðurkenning, harundir fulla viðurkenning av flaggi okkara, á havinum sum á landinum, allastaðni har ið føroyingar ferðast og møtast sum umboðsmenn fyri føroysku tjóðina

Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir