Send mær ein t-post
  
19.04.2004
Kvinnudagur leygardagin

Komandi leygardag 24. apríl skipar felagsskapurin URD fyri einum áhugaverdum kvinnudegi. Heiti á kvinnudegnur er: Hvussu langt eru vit komnar í 30 ár. Fundurin er almennur. Á skránni, sum byrjar kl: 8.30 leygarmorgunin eru fleiri stuttar framløgur. Hvørt evni verður lýst av tveimum kvinnum, við royndum innan evni tær tosa um. Eisini er tíð sett av til orðaskiftið.

Skráin fyri dagin
kl. 8.30 - 8.35 Petra Johnsdóttir Joensen bjóðar vælkomin
Framløgur um kvinnupolitikk tá og nú:
kl. 8.40 - 9.00 Politikkur: Karin Kjølbro & Anita á Fríðriksmørk
kl. 9.05 - 9.25 Javnstøða: Bergtóra Hanusardóttir & Annika W. Joensen
Kl. 9.30 - 9.50 Gransking: Malan Marnersdóttir & Kitty Mai Ellefsen
Kl. 9.50 – 10.30 Morgunbuffé
Kl. 10.35 - 10.55 Vinnulívið: Ingvør Nolsøe & Marita Rasmussen
Kl. 11.00 - 11.20 Fjølmiðlar: Randi Jacobsen & Katrin Petersen
Kl. 11.25 - 11.55 Leiðsla: Súsanna Danielsen & Barbara á Tjaldrafløtti
Kl. 12.00 - 12.45 Orðið er frítt
kl. 12.45 - 13.00 Petra Johnsdóttir Joensen tekur saman um

Orðstýrari verður Bjørt Samuelsen

Vónandi møta nógvar kvinnur til fundin, soleiðis at vit kunna fáa eitt gevandi orðaskiftið. Tilmelding fer fram á Hafnia tlf:  313233 til hósdagin 22 apríl. Kostnaðurin fyri ráðstevnuna og morgunbuffé er 250 kr.


19.04.2004
Kvinnudagur leygardagin
24.04.2004
Um 100 kvinnur á kvinnufundi í morgun
26.11.1994
Politisk neyðtøka á prædikustólinum í Kristianskirkjuni
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir